Ofta settir spurningar

1. Hvønn platform byggir heimasíðan á?
Joomla CMS.

2. Er Joomla ein vælumtókt, álítandi og vaksandi skipan?
Ja, tað eru fleiri hundraðtúsund limir í Joomla Community, sum veksur hvønn dag. Nýggir hentleikar verða allatíðina lagdir afturat Joomla Extensions.

3. Er Joomla lætt at brúka?
Joomla er ein brúkaravinarlig skipan til heimasíður. Joomla hevur verið til síðani 2005, og skipanin tekur seg fram allatíðina. Grundleggjandi struktururin ger skipanina lætta at brúka.

4. Er tað lætt at gera broytingar til síðuna aftaná levering?
Ja, Menning.fo kennir skipanina út og inn, tí vit hava arbeitt við henni líka síðani hon varð til í 2005.

5. Hvat kostar eftirfylgjandi support?
Tímataksturin kr. 500 u/MVG.

6. Hvussu nógv kunnu vit broyta á heimasíðuni?
Tit hava í prinsippinum atgongd til allar tekstir, menuir, myndir, modulir og síður. Og har kunnu tit broyta júst soleiðis, sum tit vilja. Tað krevur ikki tekniskan førleika at broyta í innihaldi á heimasíðuni.

7. Kunnu vit skifta veitara seinni, um vit ynskja tað?
Ja. Skuldi tað hent seg, at tit velja at skifta veitara, so hjálpa vit við hesum.

8. Fáa vit hagtøl um vitjandi á heimasíðuni?
Ja, tit kunnu velja millum at fáa daglig, vikulig ella mánaðarlig hagtøl, ella sum eina samanseting av hesum nevndu.

9. Hvussu ofta verður backup tikið av heimasíðuni?
Menning.fo tekur backup av síðuni regluliga.

10. Hvussu trygg er síðan?
Trygdin er í hásæti, og vit hava software til at skanna servararnar allatíðina, umframt at vit eisini manuelt halda eyga við servarunum.

11. Hvussu leingi hevur Menning.fo verið til?
Menning.fo varð stovnað í 2006 og hevur í dag ein framúr góðan førleika innan Joomla-heimasíður.

12. Nær skulu vit gjalda fyri heimasíðuna?
1/3 áðrenn levering, 2/3 við levering.

13. Hvønn skulu vit kontakta, um okkum tørvar hjálp?
Skriva til support@menning.fo

14. Veita tit upplæring í skipanini?
Ja, upplæring verður veitt eftir nærri avtalu.

15. Flyta tit alt tilfar frá gomlu heimasíðuni yvir á ta nýggju?
Ja, ein full flyting verður framd frá gomlu heimasíðuni eftir nærri avtalu. Tað veri seg tekstur, myndir og annað viðkomandi tilfar. Síðani kunnu tit á nýggju heimasíðuni broyta í øllum tilfarinum, sum er lagt inn, umframt at tit kunnu leggja meira tilfar afturat.

Menning.fo SP/F

Teldupostur: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.