Um okkum

Menning.fo

Vit eru ein samskiftisfyritøka, sum bæði sniðgevur, skipar og byggir upp hóskandi loysnir til kundar okkara, eins og bjóða okkum til at menna tykkara nýggja samleika. Vit hava skjótt 10 ár á baki við heimasíðuloysnum, og hava nú í 2015 ment umleið 70 heimasíður. Bæði stórar, miðal og smærri heimasíður. Vit hava ein dugnaligan sniðgeva, eins og fólk, sum hava drúgvar royndir við at gera uppskot til bygnað av heimasíðum, og somuleiðis at framleiða innihald til hvørja einstaka síðu í tøttum samstarvi við tykkum og við støði í ynskjum tykkara.

Umframt at sniðgeva og framleiða skrivligt og annað tilfar til sjálva heimasíðuna, bjóða vit okkum fram til at breiða út almenna kunning um síðuna. Herundir at gera uppskot og skriva møguligt tíðindaskriv, eins og at knýta eitt nú ein Facebook-profil til síðuna. Undir Kundar liggja nakrar av heimasíðunum, sum Menning.fo hevur ment og í flestu førum framleitt til.

Standa tit sum fyritøka, arbeiðspláss, felag, rørsla, bólkur, einstaklingur ella annað og umhugsa at fáa gjørt nýggja heimasíðu, so eru tit væl komin at biðja okkum um eitt óbindandi og sjálvandi ókeypis prát, har vit ráðgeva tykkum, hvør heimasíðuloysn passar tykkum best. Setið tykkum í samband við okkum á t-posti info@menning.fo. Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum.

Menning.fo SP/F

Teldupostur: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Hans Kárason Mikkelsen
Hans hevur lisið búskaparfrøði á Harvard University og byrjaði Menning.fo í 2006. Hann hevur dagligu leiðsluna av fyritøkuni um hendi.
Kári Mikkelsen
Kári er útbúgvin á Danmarks Journalisthøjskole og hevur arbeitt sum journalistur í nógv ár bæði í Føroyum og Danmark. Hann hevur somuleiðis drúgvar royndir sum kunningar- og samskiftisráðgevi.

kari@mikkelsen.fo

(+298) 28 00 66